02.2006

 

FLYTIFUGLARNIR ERU IKKI FLŚGVANDI FUGLAKRĶMSMISSILIR!

 

Viš jens-Kjeld Jensen, fuglaśtstappara, Nólsoy

 

Nś mį tķšin verša bśgvin til at onkur įtalar alt ręšutosiš um taš nógv umrųdda fuglakrķmiš, og serliga nś, iš landsdjóralęknin hevur veriš at hoyrt bęši ķ śtvarpi og sjónvarpi.

 

Fųroyingar eru vanliga kendir fyri at fyri at brśka teirra fulla skil og fyri at hava ”bęši beinini į jųršini”; men ķ ųllum hesum fuglakrķmsprįtinum bendir alt į, at teir lata seg trųllabinda og fulkominliga blinda av embętisfólkum, iš ”flśgva so hųgt”, at teir als ikki nęrkast teimum nišri į jųršini!

At tey flestu tķšindafólkini so heldur ikki nżta teirra vit og skil, og enn minni eru fųr fyri at seta hesum embętisfólkum nakrar skilagóšar spurningar; men bara koyra ķ sama spori, sum tey hava gjųrt alla tķšina, er heilt ótrśligt! Taš er taš sama ”jabbiš”, vit hoyra alla tķšina!

 

Alt prįtiš sipar til vantandi vitan!

At ein mašur sum landsdjóralęknin ikki kennir til villan fugl, er einki at siga til. Mašurin er ein vanligur djóralękni viš vanligum kunnleika til djórasjśkur. 

 

Ja, og so eitt aftrat!

Vit hoyra so nógv og góš heiti sum HPAI, H5N1, pandemier, og hųgar og lįgar patagonar influenza virussir o.s.f.; men tį alt kemur til alt, er talan bert um eitt frįbrigdi av tķ gomlu og vęlkendu sjśkuna hųsnapest. Hvķ ķ veršini kann hetta heitiš ikki nżtast meira? Enn er talanin bert um eina hųsnapest, sum smittar millum spakan heimafugl! Eingin veit um eitt einasta dųmi, har nakar villur fuglur hevur smittaš nakaš menniskja ella nakran spakan heimafugl!

(Les tann sķšsta setningin umaftur!)

 

Rętt skal verša rętt!

H5N1 er ein av teimum influenza virussunum, iš hevur eginleikan til at kunna umskapa seg til onnur vandamikil undirslųg; men taš finnast eisini onnur óteljandi influenza virus, sum ikka smitta menniskju, og sum eisini eru heilt óskašilig fyri fuglin, sum er tann nįttśrligi verturin.

 

Tey vandamiklu frįbrigdini av fuglakrķmi hava ongantķš havt sķn uppruna ķ nįttśruni – tey hava altķš veriš mannaskapt, og stava frį, har tętt er millum haldini av heimafugli - og taš sama er sjįlvsagt galdandi fyri H5N1.

 

Višvķkjandi H5N1, so hevur smittan spjatt seg frį vanligum heimafugli til annan vanligan heimafugl. Taš fer framm ein heimsumfatandi sųla av daggomlum hųsnarungum og dunnuungum til eitt milliónavirši av krónum. Harumframt hevur sųlan av heimafuglatų śr eitt nś Kina eitt stórt śtflutningsvirši. Hetta tųš veršur nżtt bęši til at taša jųršina viš og til fiskafóšur.

 

Eingin villur fuglur feršast frį Kina til Eysturevropa; men serliga į hesi leišini fer sųlan framm bęši av hųsnar- og dunnuungum og heimafuglatų. Og taš er eisini jśst į hesi somu rutu, at fuglakrķmiš hevur spjatt seg til lond sum millum annaš Kroatia og Grikkaland.

Nakaš, iš klįrt prógvar hesum er, at milliónir av villum fuglum feršast frį Korea, Vietnam og Kina til Avstralia; men alķkavęl hava teir ikki havt nakra farsótt av H5N1 har enn. Og taš er bert av einari orsųk – at taš er bannaš at flyta inn tųš og fugl til Avstralia!

 

Tķ haldi eg taš eisini verša ófatuligt, enn bert at hoyra ”serkųn” tosa um ”tann vandamikla flytifuglin”, tį taš bert er spakur heimafuglur og teirra skarn, iš higartil hevur smittaš onnur.

Taš er sum kunnugt eisini spakur fuglur, iš hevur smittaš fugl sum svanar, villdunnur, trųllentur og hegrar. Taš er vęl skilligt, tį hesin fuglur vanliga heldur til saman viš ųšrum spųkum fuglum viš til dųmis fiskidammarnar ķ mżrulendunum ķ Eysturevropa, har teir eisini nżta įšurnevnda fuglatųš.

Mann hevur hoyrt um smittašar kettur, og ķ Thailandi eru fleiri tikarir deyšir eftir at teir hava veriš fóšrašir viš sjįlvdeyšum hųsnafugli.

 

Björn Olsen, professari, lękni og fuglafrųšingur er kendur her į leišini av sķnum kanningum av lundalśsum og nįtasjśkuni.

Bjųrn Olsen og Johan Elmberg skrivašu millum annaš ķ eini sera įhugaverdari grein um fuglakrķm, at tey fyrstu sjśkrudųmini av H5N1 vóršu stašfest longu ķ 1997. Sķšani tį hava milliónir av fólkum veriš ķ sambandi viš smittašan fugl, og hóast taš, eru bert nųkur fį voršin sjśk. Teir višmerkja eisini, at smittan ikki hevur veriš frį fólki til fólk. Teir meta eisini, at taš ikki fer at verša H5 N1, iš fer at verša tann nęsta heimsumfatandi umfaršarsóttin.

 

Fyribyrging móti spjašing av fuglakrķmi!

Ķ tķ sonevndu ”fyribyrgingarętlanini móti fuglakrķmi” hevur eingin giviš gętur um tann stóra lķvfrųšisliga munin hjį teimum ymisku villu fuglunum višvķkjandi teirra atferš, feršingarmynstrum, etingarplįssum og vali av lķvsųkjum. Hetta er av teirri einfųldu orsųk, at tey, iš taka avgerširnar, antin ”gloyma” at spyrja tey, iš sita viš vitanini, ella bara halda seg sjįlvi verša nóg klók.

 

Fuglainfluenzavirus trķvist best ķ kųldum stillum vųtnum!

Her į landi kann taš tį bert verša talan um nųkur fį vųtn og tjarnir; men nęr hevur nakar seinast sęš nakran lunda ella lomviga liggja og fiska og vaska sęr saman viš til dųmis dunnunum ķ Višarlundini ķ Havn ella į Toftavatni?

 

Nįtarnir kunnu verša smittašir, tķ teir eta annan fugl; men skuldi óhappiš hent, hevur taš ongan tżdning, tķ hvussu skal hesin fuglur, iš bert livir į opnum havi, kunna smitta onnur?

Onkur fer helst beinanvegin at hugsa um nįtasjśku; men her skal mann minnast, at nįtasjśka stavar frį klamydia, iš einki hevur at gera viš nakaš fuglakrķm. Taš er eisini vanliga kent, at nįtasjśka smittar bęši millum fugl og fólk; men hetta kann ikki samanberast viš fuglakrķm, iš stavar frį eini virus.

 

Tann 11. aprķl segši Bjųrn Harlov ķ Degi og Viku, at um ein deyšur fuglur var funnin, og talan varš um fuglakrķm, fór ųll veiša at verša bannaš innan fyri 10 km. frį, har fuglurin var funnin, og at veišubanniš fór at verša ķ gildi ķ minst 60 dagar. Taš fór eisini at verša įlagt ųllum at hava teirra heimafugl undir taki.

Hvussu kann mann taka eina danska lóg, og seta hana ķ gildi ķ Fųroyum, tį hesi lond ikki kunnu samanberast į nakran hįtt?

 

Ķ Danmark finst eitt ótal av villum antar- og hųsnarfuglum, og ķ Fųroyum eru eingir. Ķ Danmark hava teir fleiri sera stór heimafuglahald, og her į landi eru eingi. Ķ Danmark finnast ķ tśsundatali av spųkum og villum dunnum, iš liva saman į vųtnunum, og hesi hava vit heldur ikki her į landi, og soleišis kundi eg hildi framm!

 

Eg haldi, at minsta kraviš til ein mann sum landsdjóralęknan mį verša, at hann setur seg inn ķ fųroysk višurskifti. At hann so samstundis kundi nżtt sķtt skil, ķ stašin fyri at sett eina danska lóg ķ gildi her į landi, hevši ikki veriš ov nógv kravt av honum.

Sum hann ber seg at ķ lųtuni, kann hann oyšileggja alt fyri tey, sum hava viš heimafugl at gera. Her hugsi eg sjįlvandi eisini um fleygamannin į śtoyggj og so eggręnaran, sum ikki fer at fįa loyvi at fremja aldargamlan siš!

Hvussu veršur viš grindadrįpi? Hugsa um allar likkurnar, sum drżta į havnarlagnum og hvussu viš einum śtróšrartśri? Hugsa um allan nįtan, sum drżtur kring bįtin…

Sum leikur fer framm ķ lųtuni, fer taš helst at verša bannaš bęši at eta grind og fisk eisini…

 

Allir fųroyingar merkja avleišingarnar av avgeršum landsdjóralęknans. Hin vegin ber til at venda alt į hųvdiš og siga, at viš at bannaš alt, kann hann sleppa undan at hugsa og taka nakra skilagóša avgerš sjįlvur.

 

Sjįlvandi skal Heilsufrųšisliga Starvsstovan halda framm viš at kanna deyšan fugl – eins og tey hava gjųrt ķ londunum kring okkum ķ mong įr. Og sjįlvandi skulu landsins mynduleikar verša fyrireikašir til eina heimsumfatandi umfaršarsótt, tķ hóast taš ikki veršur H5N1, so koma heimsumfatandi umfaršarsóttir at herja aftur – eins og Spanska sjśka og Hong Kong influenzain gjųrdu taš ķ sķnari tķš