01.2006

 

HEVUR NAKAR TRUPULLEIKAR VIÐ MÚSUM Í SANDOY OG HESTOY?

 

Við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Í døgunum til 28. apríl vitjar Eleanor Jones frá University of York í Føroyum. Hon skrivar sína doktararitgerð um mýs, og hvussu tær eru komnar og síðani hava spreitt seg kring Norðurlond. Hon kannar mýsnar út frá teirra DNA. 

Dánjal Petur Højgaard setti Eleanor í samband við meg. Eg havi samlað mýs kring landið síðani eina ferð í 70’unum, og hevði tískil gott 2 kg av frískum músum í frystiboksini, sum sjálvandi ”fullu í góðar hendur” hjá Eleanor.

Eyðfinn Magnussen frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum er sera áhugaður í DNA kanningum. Hann og tvær lesandi - Heidi Hansen og Noomi Gregersen, eru komin við í hetta samstarv, sum nú umfatar okkum 5, og skulu tey nú so samstundis gera eina minni DNA kanning av føroysku mýsnum.

Í dag vita vit bert um beinleiðis músastovnar í Fugloy, Mykines, Nólsoy, Hestoy, Sandoy og Streymoy. Vegna tað, at eg bert hevði 1 mús úr Sandoy, setti eg meg í samband við Honnu Joensen av Sandi, sum beinan vegin fangaði 3 mýs til okkum.

Sambært fyrstu kanningunum hjá Eleanor fyri einum mánaða síðani, bendir alt á, at mýsnar úr Sandoy ikki eru nær skyldar við mýsnar á hinum oyggjunum. Tí er hon nú sjálv komin til Føroyar fyri saman við Eyðfinni, Heidi og Noomi at savna saman fleiri mýs úr eitt nú Sandoy.

Higartil er eingin mús savnað úr Hestoy, so har vóna vit sjálvsagt at finna nakrar!

Varskó!

Hevur nakar mýs í Sandoy ella Hestoy, og fegin vil sleppa av við tær, vilja vit fegin koma og fanga tær!

Somuleiðis eru vit áhugaði í músum úr allari Streymoynni uttan úr Tórshavn.

Ring til Jens-Kjeld á tel.: 32 70 64 ella Eyðfinn Magnussen á tel.: 352550.

 

Myndatekstur: Eleanor og tey 2 kiloini av músum…

Mynd: Jens-Kjeld Jensen