05.2005

 

SNIGLAR VIÐ HÚSA

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Í summar havi eg so aftur sjálvur sæð og hoyrt onnur tosa um ein nýggjan snigil, sum er við at finna seg til rættis her á landi. Talan er um snigilin Arianta arbustorum ella ”kratsnegl”, sum hann eitur á donskum.

Fyrstu ferð, eg hoyrdi um, at hann var her, var í 2003.

Snigilin er rættiliga stórur, bara húsið hjá honum mátar umleið 25 mm. Hann er funnin ymsa staðni í Havn, Hoyvík, í Nólsoy og á Toftum.

Hann trívist best í vátlendi; men er funnin heilt uppi í 2700 metra hædd í Alpunum. Útbreiðsluøki er í vestur og Miðevropa.

Hann livir av plantum eins og aðrir sniglar, og her á landi tykist hann best dáma rabarbuslokkar.

Hann ger ongan skaða, og kann tí ikki sammetast við morsnigilin!

Onnur smærri sniglasløg við húsa hava altíð vorpið í Føroyum; men so stórir og litfagrir sum hesin, hava ikki verið sæddir her áður!

Um onkur av lesarunum finnur ein stóran snigil við húsa, vildi eg verið sera áhugaður í at kanna hann nærri, fyri at kenna slagið!

 

Tekstur til mynd: Arianta arbustorum úr Hoyvík

Mynd: Jens-Kjeld Jensen.