04.2005

 

NÁTATÍÐINDI ÚR NÓLSOY

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Tann 19. august sigu nólsoyingar eftir nátaungum á Grønadalsrók og Skirisvølli.

Vanligi fongurin vildi verið umleið 50 nátaungar; men í ár vórðu einans 43 ungar tiknir. Í umleið 10 øðrum reiðrum hevði ungi hevði verið í; men nú var bara nakað av dúni eftir.

Talið 43 nátaungar er ikki einki; men so er eisini alt sagt!

Av teimum 43 høvdu møguliga 6-7 verið floygdir um eina viku, og einir 5-7 møguliga um 14 dagar. Hinir vóru so lítlir óg ússaligir, at teir høvdu aldri verið floygdir!

Allarhelst eru ungarnir í teimum 10 tómu reiðrunum deyðir (av svongd?), og so hava másar og aðrir svangir fuglar etið teir.

Eg havi ikki sæð nakað líknandi seinastu 15 árini, so um støðan er tann sama kring alt landið, verður nátatíðin helst slak í ár!

 

Tekstur til mynd nr. 8621: Reidar við línuni.

Tekstur til mynd nr. 8637: Ivan og Hans skrædla nátaungar

Myndir: Jens-Kjeld Jensen.