11.2004
RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR
við
Tjaldur merkt 16.11.1996 í Glamorgan, Wales. Funnið deytt í Sumba
30.7.2003.
Lundapisa merkt 24.6.1999 í Isle of May, Scotland. Skotin umleið 12 míl
eystan úr Nólsoy 19.12.2003.
Gamal lundi merktur 24.7.1979 í Sule Skerry, Orkney. Skotin í
Vestmannasundi 14.1.2004.
3 svanaungar merktir 16.10.2003, Geirastaðir, Mývatn, Ísland. Fangaðir í
Vatnsoyrum 20.11.2003. Tann fyrsti doyði, meðan hann var í røkt tann 21.11.2003,
tann næsti var skotin í Viðarlundini í Havn
18.8.2004, meðan tann triði
rýmdi og varðveitti tískil helst lívið.
Ungur
smyrlasteggi merktur 3.10.2002 í Streymoy. Funnin deyður í County Sligo,
Ireland (54.14N-9.30W) umleið tann 15.12.2002.
Gomul rita merkt 23.3.1995 12 míl norðan úr Viðoy. Fleygað aftur nærum
sama stað 25.3.2004.
Gomul álka merkt 22.7.1994, Látrabjarg, Ísland. Skotin í Vestmannasundi
10.1.2004.
Skúgvapisa merkt 15.7.1976 í Foula, Hetland. Druknað á línu á Føroya
Banka 28.4.2004.
Mynd: Svanar 2003 foto 1759.
Um miðjan november 2003 komu 3 hungraðir svanaungar til Vatnsoyrar. Hetta
vóru 3 syskin, sum vóru ringmerkt á Mývatni (Ísland) tann 16. oktober í 2003.
Fleiri ringdu til mín og søgdu frá hesum svanunum, og við stuðli frá
heimafólkunum fingu fólk frá Skógrøkt fanga svananar. Teir fingu heiluvág og
mat; men tann eini doyði longu dagin eftir. Hinir báðir fingu ta bestu røktini,
sum hugsast kann og broyttust frá ólukkudýrum til tveir flottar, stórar og
snjóhvítar svanar; men sum øllum kunnugt var tann eini tíverri skotin av einum
tápuligum ótanga í Viðarlundini tann
18.8.2004.