10.2004

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Gamal lomvigi merktur 10.7.1997, Skrúður, S-Múl, Ísland. Skotin norðan úr Viðoy 17.1.2004.

 

Gamal lomvigi merktur 4.7.1999, Skrúður, S-Múl, Ísland. Skotin eystan úr Barmi, Borðoy (62.11N-6.24V) 14.1.2004 .

 

Lomvigarpisa merkt 30.6.1996, Sumburgh, Hetland. Skotin 3 míl eystan úr Nólsoy 13.1.2004.

 

Gamal lomvigi merktur 18.6.1996, Sule Skerry, Orkney.  Skotin 3 míl eystan úr Nólsoy 13.1.2004.

 

Lomvigarpisa merkt 8.07.2003 í Isle of canna, Scotland. Skotin 3 míl sunnan úr Mjóvanesi, Eysturoy 13.1.2004.

 

Gomul álka merkt 4.6.1989, Látrabjarg, Ísland. Skotin í ein landsynning úr Mjóvanesi, Eysturoy 14.1.2004.

 

Hvussu hilnaðist árið 2004 hjá sjófuglinum í Hetlandi?

 

Tað gekk illa hjá flestu av sjófuglunum í Føroyum í 2004; men í Hetlandi gekk tað enn verri!

Í Hetlandi eru fólk sett í starv beinleiðis at eygleiða, hvussu gongst við teimum ymisku sjófuglunum. Aloftast velja hesi fólk sær nøkur smá øki, har tey síðani telja verpingarfuglarnar – eins og Bergur Olsen telur lomviganum í Skúvoy.

Munurin er bara tann, at í Hetlandi eru fleiri, ið hava hetta um hendi, meðan í Føroyum er bert ein settur í hetta starv – nevniliga Bergur Olsen!

 

Nátin: Í Sumburgh Head hevur stovnurin verið í niðurgongd tey seinastu árini. Í einum ávísum kanningarøki taldu tey í 1995 tilsamans 585 ungar, meðan tað bert komu 136 ungar undan har í ár. Hóast tað, er tað ikki so illa statt alla staðni.

Helst er tað sama við at henda í Føroyum – hóast tað ikki enn sæst so greitt!

Skarvurin: Ein teljing runt Foula í apríl vísti, at alt sá út sum vanligt – men eingin ungfuglur frá 2003 var at síggja!

Í einari nýggjari teljing frá 17. juli vóru tilsamans bert 468 skarvar skrásettir. Og tað skal samanberast við, at í ár 2000 vurpu 2250 pør har.

Eingi av teim fáu skarvapørunum tyktust fáa nakran floygdan unga í ár.  Og tey fáu pøruni, ið vurpu við Sumburgh Head fingu bert 0,75 unga í hvørt reiðrið, og tað er tað lægsta síðan 1990.

Ritan: So gott sum eingin ungi var floygdur í ár, og stovnurin hevur verið í stórari niðurgongd tey seinnu árini.

Lomvigin: Hann kom sera seint inn til bølini í ár og varp tí eisini seint. Í Fair Isle ringmerkja tey vanliga 1500 til 2000 lomvigarpisur; men í ár var eingin merkt – sæddar vóru bert fáar pisur, og tær vóru allar ússaligar ella so gott sum nærum deyðar.

Støðan var tann sama í m.a. Sumburgh Head, Noss, Foula og Hermaness – ella frá so gott sum øllum teimum støðunum, sum vit plaga at fáa ella skjóta vetrarfuglin frá her í Føroyum.

Orsøkin:

Alt hetta bendir á tørvandi føði; men í Hetlandi tosa tey nógv um broytingar í havstreymunum. Eisini halda tey, at hitin í sjónum er broyttur og at nøgdin og samansetingin av æti er broytt.

Ja, hetta er ein syrgilig gongd!

 

Um nakar skuldi funnið ella skotið eina ringmerkta álku ella lomviga, eri eg sera áhugaður í at fáa høvdið og so beinið við ringinum á, tí ein hollendingur er við at gera eina kanning um hvussu skølturin broytist við aldrinum.

NB. Tað besta vildi verið at kent kynið eisini...

 

Mynd: Nólsoyingurin Eli Holm júst heim aftur komin av útróðri í vikuni.

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen.