06.2004

 

Ternubølið í Stokkvík í Nólsoy

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Í samband við at Bergur Olsen (tel. 22 20 06) biður fólk um stuðul fyri at fáa skrásett ternubølini kring landið, var eg og taldi ternur í bølinum norðri í Stokkvík tann 11. juli. Eg taldi umleið 1100 pør; men bert fáar ternur høvdu vorpið.

16. juli var eg aftur í Stokkvík, og tá vóru flestu av eggunum horvin. Tilsamans vórðu í mesta lagið 50 nýklaktar ternupisur, so hóast eg sá nakrar ternur bera nebbasild í tí røttu støddini tann dagin, kann mann ikki siga annað, enn at verpingin hjá ternunum í Stokkvík er fullkominliga miseydnað eins og síðsta ár – tíverri!

Tað verður áhugavert at hoyra, hvussu støðan er kring landið!

 

Foto film 316 og foto nr. 5037a