03.2004
Eiturkoppurin Pholcus phalangioides spjaðir seg kring
Føroyar.
við
Tað finst ein eiturkoppur - Pholcus phalangioides, sum á donskum
eitur ”mejeredderkop”.
Danska navnið ”mejer”, merkir torvatrøll á føroyskum.
Sum sæst á myndini, líkist hesin eiturkoppurin einum
torvatrølli, so eitt gott føroyskt navn til hansara kundi kanska verið
trøllaeiturkoppur?
Pholcus
phalangioides stavar upprunaliga frá Suður- og Miðeuropa, men hevur spjatt
seg heilt nógv, og finst nú eisini í Suðuronglandi.
Í Danmark var hann skrásettur fyrstu ferð fyri 50 árum síðani,
og finst nú har kring alt landið.
Hann var eisini funnin í Íslandi í nítiárunum; men er til dømis
ikki sæddur í Noregi enn.
P. phalangioides er bert funnin
innandura í umrøddu londum.
Sambært Dániali Jespersen, sá hann P. phalangioides fyrstu ferð í Tórshavn
longu í 1989, og har má hann metast at verða vanligur nú.
Dánjal P. Højgaard fann eiturkoppin í
Saltangará í Eysturoy í 2000.
Í fyrru vikuni fekk eg so ein sendandi úr
Miðvági, so nú er hann eisini skrásettur í Vágoy. So helst finst hann
kring alt landið nú?’
P. phalangioides spinnur eitt net
uttan nakað serstakt mynstur uppi undir loftinum, og umframt at eta flugur og
onnur kykt, etur hann eisini aðrar eiturkoppar…
Kvenneiturkoppurin gongur alla tíðina runt við eggunum í
munninum, og leggur tey ikki frá sær í nakað slag av reiðri – sjá myndina niðri
undir. Hon leggur helst eggini frá sær, tá hon etur!
Helst er óneyðugt at skriva tað; men P. phalangioides er ikki vandamikil á nakran hátt. Hann er bert ein eiturkoppur, sum nú er lagstur aftrat tí føroysku
náttúruni.
Um mann nú er í tí støðuni at hava nógvar
eiturkoppar í húsinum hjá sær, kann mann fegnast um, at húsini eisini eru
vælegnaði hjá fólki at búgva í. Eru eingir eiturkoppar, er orsøkin helst tann,
at tað antin er ov turr luft, eingin gjøgnumtrekkur, ella ov heitt ella kalt –
og so eru húsini heldur ikki egnaði fyri okkum menniskju!
Eg vildi fegin hoyrt frá fólki aðra staðni
frá í Føroyum, hava tey sæð henda langbeinta eiturkoppin heima hjá sær.
Mynd: Ein Pholcus
phalangioides kvenneituroppur frá Tórshavn berur runt við sínum eggum.
Myndatakari: