02.2004

 

ER HAVIŠ KRING FŲROYAR SO REINT, SUM VIT HALDA?

(framhald av tķ fyrru greinini frį mikudegnum).

 

viš Jens-Kjeld Jensen, fuglaśtstappara, Nólsoy.

 

Sum vit skrivašu ķ Dimmalętting mikudagin, er nįtaserfrųšingurin Jan Andries von Franeker, sum arbeišir viš kanningini “Save the North Sea”, ķ Fųroyum hesa vikuna fyri at kanna, hvat nįtarnir hava ķ magunum.

Franeker hevur stóran įhuga ķ nįta, drunnhvķta, skrįp og sślukong, iš allir hoyra til sama fuglahópin. Og orsųkin til at hann fyri taš mesta kannar nįta og albatross er, at hesir bįšir pikka mat oman av sjónum. Viš at kanna magarnar į teimum, ber til at meta ręttiliga nįgreiniligt, hvussu illa dįlkašur sjógvurin er, har teir halda til.

Eg bęši ųtašist og undrašist yvir nųgdina av plastikki, sum var funnin ķ fųroysku nįtamagunum, og serliga tķ vit vanliga reypa okkum av, at kunna kalla haviš kring Fųroyar “veršins reinasta hav”!

 

Hóast taš ikki er nakaš at reypa av, eiga vit sjįlvandi at hyggja at ųšrum dįlkašum havleišum.

Oyggin Midway Atoll liggur mitt ķ noršara Stillahavinum, og var funnin so seint sum ķ 1859. Har verpur eitt slag av albatrossi, sum į enskum eitur Laysan Albatross. Franeker segši, at fleiri av ungunum hjį teimum doyggja, įšrenn teir verša vaksnir, tķ at “fųšin”, sum foreldrafuglurin spżr nišur ķ ungan – eins og nįtin ger – fyri taš mesta er burturkast, pikkaš upp śr sjónum. Serliga veršur ungin gųddur viš so nógvum plastikk pettum, at einki plįss er eftir til ta vanligu fųšina, sum millum annaš er hųgguslokkur!

 

Veršur nóg mikiš gjųrt fyri at halda haviš kring Fųroyar reint? Helst ikki - sambęrt fleiri av teimum, sum ringdu til mķn, eftir at tey hųvdu lisiš ta fyrru greinina.

Hugsa bara um, hvussu nógv burturkast liggur og flżtur fram viš sjóvarmįlan. Og nógv av tķ kemur upp aftur į land viš briminum. Gang bara ein tśr runt Gróthśsvatn, so fįa tit sjón fyri sųgn!

 

Eitt eiga vit eisini at leggja okkum ķ geyma, og taš er, at nįtin eins og Laysan albatrossurin hava olju ķ magasekkinum, og tį nógv plastikk er framleitt av olju, veršur taš eisini upployst nišri ķ maganum į fuglinum. Taš er so atvoldin til, at bęši vųddar og feittvevnašur į fuglinum eisini verša fongdir viš millum annaš  PBC.

Nęstu ferš TŚ tveitir burturkast į sjógv, sum er framleitt av plastikk, eigur tś at minnast, at taš fer at liggja ķ sjónum ķ mong, mong įr til stóran ampa fyri fugl, kóp og skjaldbųkur , įšrenn taš heilt hvųrvur.

 

Mynd 1: Laysan Albatrossur spżr “fųši” nišur ķ hįlsin į unganum.

Myndatakari: Jan Andries von Franeker.

 

Mynd 2: Nakaš av tķ burturkastinum, sum var funniš ķ einum deyšum Laysan albatross unga -  tannbust, tendrari, tennisbóltur, kambur, fiskireišskapur og ymiskt annaš.