13.2003

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Gamal lundi merktur 24.6.2000 í Sule Skerry, Orkney. Skotin á Húsagrunninum 5.10.2002.

 

Stari merktur 3.6.1996 í Nólsoy. Beinagrindin av honum var funnin í Sandagerði 15.7.2002.

 

Tjaldur, merkt sum 2 ára gamalt, 27.10.1996 í Glamorgan, Wales. Funnið deytt nær Skopun 15.7.1999.

 

Lundapisa merkt 3.7.1979 í Isle of May, Scotland. Skotin nær Fugloy 29.10.2002.

 

Lomvigarpisa merkt 4.7.2002 í Sanda Island, Kintyre, Scotland. Skotin eystan úr Nólsoy 29.10.2002.

 

Gamal lundi merktur 19.6.1996 í Sule Skerry, Hetlandi. Fleygaður í Lírabergi, Skopun,  15.7.2002.

 

Gomul álka merkt 13.7.1993 í Grímsey, Íslandi. Skotin í Gøtuvík 10.1.2003.

 

Gomul álka merkt 11.7.1982 í Grímsey, Íslandi. Skotin nær Árnafjørð 18.1.2003.

 

Skrápur merktur 29.8.1991 í Skúgvi. Funnin deyður á Omø Nordveststrand, vestan úr Skælskør,  Danmark 27.6.2003.

 

Higartil eru tilsamans 850 skrápur og lírar ringmerktir í Føroyum. Fráboðanin omanfyri er tann næsta úr útlondum, so ikki kann sigast, at vit fáa nógvar fráboðanir aftur um henda fuglin.

Tann fyrsta fráboðanin um líra var um ein, sum var ringmerktur í Nólsoy 12. september 1995, og sum so var funnin deyður 11. november 1996 í Rockaway beach, New York City. So ikki kann sigast annað, enn teir føroysku skráparnir ferðast víða – til Skælskør í Danmark og so heilt til New York í USA!

Annars bendir nógv á, at lírarnir eins og lundarnir vóru seinir í ár. Úr Skúvoy frættist, at teir bert fingu líra tveir teir seinastu dagarnar, loyvt var at taka líra (seinasti líradagur 5. september), og eisini frætti eg, at ein nýfloygdur ungi var fangaður í Hvaba so seint sum 12. oktober.

 

Tekstur til mynd: Skúvoyingurin Hermann við einum líra.

í 1998 var leitað eftir sjáldsamun skrápaloppum í skrápareiðrum í Skúvoy. Samstundis vóru lírarnir ringmerktir.

 

Mynd: Jens-Kjeld Jensen.