07.2003

 

NÁTATÍÐ

 

Ella sum kendur nólsoyingur plagdi at siga - “Nådens tid”

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Fríggjadagin, 22 august, sigu nólsoyingar eftir nátaungum á Grønadalsrók og á Skirisvølli. Teir vórðu nøgdir við fongin, sum taldi 56 ungar. Sum heild vóru ungarnir væl fyri; men teir flestu vóru “dúnhønir”.

1 ungi var fullfjarðaður, 9 vóru nærum floygdir, 18 høvdu mist dúnið á høvdinum, og høvdu verið floygdir síðst í komandi vikuni, 18 høvdu verið floygdir einaferð í aðru viku og at enda vóru 10, sum ikki høvdu verið floygdir fyrr enn um miðjan ella í seinra helmingi av september.

Ein nólsoyarbátur stimaði eftir nátaungum seinasta leygardag; men fekk bert 1. Mánadagin eftir stimaðu fleiri nólsoyarbátar eftir nátaungum; men tann besti báturin fekk bert 6 - og tá høvdu teir verið úti í einar 7-8 tímar. Sama mánadag royndi ein bátur eisini norðan úr Ennibergi; men fekk bert 60.

So sum heild má sigast, at nátaungarnir eru sera seinir í ár!

 

Tekstur til mynd no. 3105: Ivan á veg niður á Skirisvøll.

Mynd: Jens-Kjeld Jensen.

 

Tekstur til mynd no. 3159:  Nátamenn.

Mynd: Marita Gulklett.