06.2003
NÝTT FIRVALDASLAG
FUNNIÐ Í SUMBA
við
Í Sumba búgva tvær systrar
– Sissal og Gudbjørg Poulsen, sum hava ein stóran áhuga í øllum, ið hendur í
náttúruni.
Tann 5. aug. spældi Gudbjørg í einum gomlum bussi í Sumba, og sum altíð, hevði hon eitt vakið
eyga við tí, ið fyrifórst uttanfyri.
Mitt í øllum sá Gudbjørg ein nýliga deyðan
firvald, hvørs flog fevndi um
Firvaldurin líkist einum “blendingi” av
drotningarfirvaldi og kongsfirvaldi, sum er funnin nakrar ferðir her á landi.
Men hesin, sum Gudbjørg fann, var hvørki drotningar- ella kongsfirvaldur; men
ein hon av slagnum Hyles livornica, sum hoyrir til somu familju. Hann hevur sjálvsagt einki føroyskt
navn enn; men á enskum eitur hann Striped Hawkmoth, sum kann týðast til
“stríputur drotningarfirvaldur”.
Hetta er fyrstu ferð, at Hyles livornica
er funnin í Føroyum. Hann livir í sunnasta partinum av Europa og Afrika, har hann er heilt vanligur, og hann
er sjáldan funnin í Norðurlondum.
Tekstur til mynd: Firvaldurin (Hyles livornica) úr Sumba. Sum sæst á myndini, er hann sera slitin av tí langa
túrinum, hann hevur flogið.
Mynd: