05.2003

 

NÝGGJ BLÓMUFLUGA FUNNIN Í TÓRSHAVN.

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Tá eg var í Havn 6. aug., gekk eg ein túr í Grasagarði um seinnapartin. Har sá eg nakrar blómuflugur, sum eg ikki kendi. Tær vóru um 16 til 18 mm langar, og høvdu eitt flog upp á umleið 30 mm.

Tá eg eygleiddi blómuflugurnar, sá eg, at tær líktust býfluguni (honningbier) sera nógv. Tann størsti munurin á eini býflugu og eini blómuflugu er, at ein býfluga kann stinga; men tað kann ein blómufluga ikki.

Í potentilunum kring SMS sá eg eina rúgvu av hesum blómuflugunum, og var so heppin at fanga nakrar. Tá eg kom til Nólsoyar, hugdi eg nærri at teimum undir einum mikroskopi, og tá sá eg, at føturnar á teimum vóru gular. Til stuttleikar kann eg nevna, at surrubressan, sum bert er fangað eina ferð her á landi í 1996, hevur brúnar føtur (Dimmalætting 24. april 2001).

Nýggja blómuflugan í Havn hoyrir til slagið Eristalis pertinax, sum ikki er fangað her áður. Pertinax var fyrstu ferð fangað í Hetlandi í 1990, og víggjar nú har á flestu oyggjunum. Alt bendir nú á, at pertinax nú hevur flutt seg longur norður, við Føroyum sum útnyrðingsmarkið.

Tað verður áhugavert at síggja, um tær “gulføttu” bressurnar verða at síggja her aftur komandi ár, so vit kunnu telja eitt flogkykt aftrat teimum, sum vóru her frammanundan?

 

Tekstur til mynd: Blómuflugan Eristalis pertinax hevur ikki nakað føroyskt navn; men fyribils kundu vit til dømis kalla hana “fótgul bressa.”

 

Mynd: Jens-Kjeld Jensen.