04.2003
Ternupisurnar deyðar í Nólsoy.
við
Seinastu dagarnar hevur verið at hoyrt, at illa stendur til við lundanum
í ár, og síðsti fleygadagur í Urðini í
Nólsoy higartil var tann 17. juli.
Seint í síðstu viku, umleið tann 26. juli, doyðu so eisini so gott sum
allar ternupisurnar í Stokkvík, sum liggur beint norðan úr sjálvari bygdini
Nólsoy. Terna hevur altíð vorpið har; men sjáldan í so stórari nøgd sum í ár.
Mett var, at minst 300 pør hava vorpið har í summar, og so mangar hava ikki
verið at sæð har síðan eina ferð í sjeytiárunum.
Tær deyðu ternupisurnar vóru ymiskar í stødd, men tær flestu vórðu nærum
floygdar. Leygardagin taldu vit um 150 deyðar pisur, og vit sóu bert eina á
flogi! Vit funnu bert 7 livandi pisur; hinar vóru allar deyðar í hungri!
Tað var so tætt millum tær deyðu pisurnar, at vit máttu ganga í
gásargongd fyri ikki at traðka á tær...
Føðitrot er helst eisini orsøkin til, at eingin lundi er fleygaður í
Nólsoy síðani 17. juli, so helst fara nógvar lundapisur at líða somu lagnu; men
hetta vita vit vónandi, tá henda vikan er úti?
Tekstur til
mynd 1: Torlakkur á veg heim úr Urðini í Nólsoy við seinastu lundabyrðuni tann
17. juli 2003.
Mynd: Marita
Gulklett.
Tekstur til
mynd 2: Deyðar ternupisur í Nólsoy, summarið 2003.
Mynd:
Tekstur til
mynd 3: Deyðar ternupisur í Nólsoy, summarið 2003.
Mynd: Jens-Kjeld Jensen.