03.2003
SKJÓRUSPANNARI.
við
Skjóruspannari hevur áður verið sera
sjáldsamur at sæð her á landi, og áðrenn 26. juni í ár var hann bert funnin 3
ferðir. Síðani eru umleið 25 skjóruspannarir fangaðir kring landið, harav teir
flestu í Nólsoy.
Skjóruspannari er
eisini sjáldsamur í Hetlandi. Tað áhugaverda er, at í ár vórðu teir fyrstu
sæddir har tann 25. juni, ella dagin fyri, at tann fyrsti var fangaður í
Nólsoy. Man kann rokna við, at teir sum koma til Føroyar og Hetlands, koma úr
Skotlandi ella Bretlandi. Flogið fevnir umleið
Ikki er óhugsandi,
at skjóruspannari fer at verpa og liva veturin av her í Føroyum; men hetta fer
tíðin at vísa!
Skjóruspannarin sæst
frá sumri og út á árið; meðan ormverurnar síggjast um heystið og á vári. Á vetri fara ormverurnar í vetrarvist, og koma
so framm aftur á vári.
Tað kundi verið áhugavert at hoyrt frá
fólki, sum antin hava sæð skjóruspannaran ella ormerurnar, sum hava tann sama
litin sum tann vaksni spannarin.