08.2002

 

“BREDTÆGE” innrás í Føroyum

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy

 

Frá 10. september og í umleið eina viku fram, vórðu nøkur skordýr at síggja heilt frá Sumba til Viðareiðis. Skordýrini vórðu 10 mm. long og fløt og vøkur á at líta,  tí tey høvdu so fagrar litir sum gult, grønt og reytt.

Skordýrini eru av familjuni (dk.) “bredtæger” og hoyra til undirhópin Heteroptera.

 

Eg havi ongantíð fyrr sæð “bredtæger “ uttandura her í Føroyum, og hóast hetta skordýrið er kent fyri at ferðast, so plagar tað ikki at koma henda vegin.

 

Ein av mínum góðu vinum Lars Trolle, (sum eisini var so beinasamur at veita mær stuðul við at avgera slagið) segði, at á Bornholm høvdu tey somuleiðis samstundis havt eina rættiliga innrás av hesum somu skordýrum.

Alt bendir tí á, at tey ið endaðu í Føroyum hava komið rættiliga langvegis frá. Allarhelst hava tey flestu flogið higar av leiðum í ein landssynning úr Eystrasalti, og so tosa vit um ein flúgvitúr uppá einar 2000 km!

 

Fleiri hava verið so beinasom at sent mær “bredtæger”, og har hava verið fleiri sløg ímillum, sum líkjast nógv hvørjum øðrum. Men tær allarflestu líkjast tí, sum á donskum eitur “alm. løvtæge” (Elasmotethus interstinctus), sum millum annað livir av saftini av birki og píli.

Tann vaksna “Almindelig løvtæge” fer í vetrarvist, so ivingarsamt er, um hon livir veturin av her í Føroyum; men tað vil tíðin vísa...

 

Mynd: Jens-Kjeld Jensen

 

Tekstur: Hesa fangaði Steffan úti í Nólsoy. Tá hon ikki hevur nakað føroyskt navn enn, velji eg at nýta tað latínska, sum er Elasmotethus interstinctus.