07.2002

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Gamal lomvigi merktur 2.7.1980 á Foula. Skotin nær Árnafirði 22.12.2001.

 

Nátungi merktur 18.7.1995 í Hermaness, Shetland. Fleygaður nær Hvalba  20.12.2001.

 

Nátungi merktur 5.8.1997 í Eday, Orkney. Fleygaður í Nólsoy 14.3.2002.

 

Gamal náti merktur 15.3.1983 á Stórhøfði, Heimaey, Ísland. Fleygaður nær Hvalba 20.12.2001.

 

Ompil merktur 6.9.1991 í Mykineshólmi. Skotin í Nólsoy 26.3.2002.

 

Álkupisa merkt 17.7.1997 í Krísuvíkurberg, Gull., Ísland. Skotin í ein eystan úr Nólsoynni 15.12.2001.

 

Lomvigarpisa merkt 29.6.2000 á Fair Isle. Skotin nær Borðoy 21.11.2001.

 

Likkuskuri merktur 9.7.1988 í Nólsoy. Skotin í Kollfjarðadali 24.6.2002.

 

Likkuskuri merktur 28.6.1986 á Glyvursnesi. Skotin í Tórshavn 25.5.2002.

 

Mynd: Spónont við 4 ungum sædd á Sandsvatni í ár.

 

Tekstur til myndina:

Spónont var skrásett sum føroyskur verpingarfuglur nú í summar, tá ein bøga við 4 ungum var avmyndað á Sandsvatni. Hetta er fyrstu ferð vit vita, spónont hevur vorpið her á landi.

Annars ganga ár ímillum, at nýggir verpingarfuglar verða skrásettir, so tann føroyski fuglalistin telur nú 79 ymisk fuglasløg.

Í Íslandi var spónont skrásett sum verpingarfuglur longu í 1911, og í dag verpa  eini 30 pør har. Spónont verpur vanliga 8-10 æg, so tað er ikki minni enn eitt bragd, at tann á Sandsvatni fekk 4 floygdar ungar.