04.2002

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Lomvigarpisa merkt 2.7.2000 á Isle of Canna, Scotland. Skotin í Vestmannasundi 21.12.2000.

 

Gomul likka merkt 22.8.1988 í Stretton Sugwass, Hereford, England. Funnin deyð hangandi í einum hegni í Trongisvági 17.7.2001.

 

Fiskimásaskuri merktur 18.6.2001 í Nólsoy. Skotin sama stað 16.11.2001.

 

Lomvigarpisa merkt 26.6.1991 á Fair Isle. Skotin 30 míl eystan úr Nólsoy 4.10.2001.

 

Ungt tjaldur merkt 14.10.2000 í Wig, Gwynedd, Wales. Funnið deytt í Gásadali 25.8.2001.

 

Gamal lundi merktur 18.6.2000 á Sule Skerry. Skotin 15 míl í ein landnyrðing úr Mýlingi 25.10.2001.

 

Gamal lundi merktur 12.8.1998 í Stórhöfði, Ísland. Fleygaður í  Mykineshólmi 1.8.2001.

 

Gamal lundi merktur 28.6.2001, Sule Skerry, Orkney. Fleygaður í Litlu Dímun 28.7.2001.

 

Gamal lundi merktur 20.7.2000, Sule Skerry, Orkney. Fleygaður í Mykinesi 24.7.2001.

 

Gamal lundi merktur í reiðrinum í Borðutorvu 27.5.1997 av Andreasi Poulsen, Bøur. Fráboðaður aftur av sama manni á sama stað 1.8.1998. Lundin var funnin deyður nær Locmiquelic, Morbihan, Frankaríki 1.2.2002. Hetta er fjórðu ferð, at ein føroyskt merktur lundi er fráboðaður uttanífrá, og hetta er somuleiðis fyrsta fráboðanin úr Frankaríki.

 

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen

 

Hesin sildberin við nevinum fullum av nebbasildum var avmyndaður í Nólsoy í 2001. Hetta sama árið vórðu 2 norskir sildberar kannaðir nærri í Noregi, og teir slógu øll gomul met viðvíkjandi nøgdini av sildum, sum teir bóru í nevinum. Tann eini hevði 73 lítlar lodnir í nevinum, meðan hin bar 80 lítlar  lodnir umframt 2 nebbasildir. Hóast fiskarnir bert vóru umleið 30-35 mm til longdar, er tað alíkavæl ótrúligt, at ein lundi, sum ber 81 lítlar fiskar í nevinum  alíkavæl kann fanga eina nebbasild  aftrat, uttan at missa teir 81, sum hann frammanundan hevur í nevinum!

Ótrúligt – heldur tú ikki eisini tað?