03.2002

 

Reyðsmyril (Falco naumanni)

Ikki sæddur í Føroyum fyrr

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

I august mánaða 2001, fann Alisa Petersen ein deyðan rovfugl í havanum hjá sær í Tórshavn. Fuglurin, sum var umleið 30 cm. til longdar, var júst deyður, og var beinanvegin frystur.

Nústani fekk eg so fuglin sendandi. Hann líktist nógv einum gomlum grýtissmyrla steggja, men hevði bert fáar blettar á bringuni. Tá eg so sá, at fuglurin als ongar blettar hevði á bakinum, kundi tað bert verða talan um ein reyðsmyril, sum eg helt í hondini!

Reyðsmyril er sera sjáldsamur gestur bæði í Norðurlondum og Onglandi, og er ongantíð áður sæddur í Føroyum. Næsta staðið hann verpur er í Suðurspaniu, har hann verpur í smáum bølum í til dømis kirkjum, gomlum veggum og hendinga ferð á fjallarókum. Í bølunum kunnu vera frá 2-100 pør.

Flestu teirra hava vetrarvist í Afrika sunnan fyri Sahara. Føðin er fyri tað mesta flogkykt, og hesin frá Tórshavn var einki undantak; magin var fullur av trantaklukkum og tvístertum og øðrum kyktum, sum enn ikki eru gjøllari kannaði!

 

Tekstur: Reyðsmyrilin, sum Alisa Petersen fann deyðan í Tórshavn.

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen.