01.2002

 

Ringmerkingarfráboðanir

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Nátaungi merktur 4.9.1993 í ein landsynning úr Svínoy. Fleygaður á Viðareiði  17.5.2001.

 

Kjógvaungi merktur 9.7.2000 nær við Akraberg. Funnin deyður nær við Nerja, Málaga, Spanien 25.1.2001.

 

Staraungi merktur 7.6.1998 í Helgolandsrúsuni í Nólsoy. Funnin deyður í  Kirkjubø 1.4.2001.

 

Tjaldursungi merktur 26.6.1990 í Eysturoy. Tjaldrið doyði í hafti sama stað 22.08.2001.

 

Ársgamalt tjaldur merkt 7.12.1980, Wig, Gwynedd, Wales. Funnið deytt í hafti á Velbastað 28.8.2001.

 

Gamalt tjaldur merkt 24.1.1993, Ogwen Estuary, Gwynedd, Wales. Loyst úr hafti í Elduvík 16.7.2001.

 

Kvørkveggjuungi merktur 16.7.1998 í Klaksvík. Kvørkveggjan var funnin deyð á Viðareiði 15.6.2001. Hendan kvørkveggjan helt til við tað sama húsið í 3 ár!

 

Skúgvaungi merktur 21.10.1992 í Sandoy. Skúgvurin var skotin í Kirkjubø 19.10.1999.

 

Drunnhvíti merktur 25.7.2001 í Brough of Birsay, Orkney. Fangaður og sleptur aftur í Nólsoy 18.8.2001.

 

Drunnhvíti merktur 19.7.1999 í Reve Kai, Rogaland, Noreg. Fangaður og sleptur aftur í Nólsoy 18.8.2001.

 

Drunnhvíti merktur 20.8.1993 í Flø, Møre og Romsdal, Noreg. Fangaður og sleptur aftur í Nólsoy 17.8.2001.

 

Drunnhvíti merktur 17.8.1998 á Fair Isle. Fangaður og sleptur aftur í Nólsoy 17.8.2001 ella júst 3 år seinni.

 

Tekstur: Avmyndaði birkiljómarin (Phylloscopus schawrzi) var fangaður og ringmerktur í Helgolandsrúsuni í Nólsoy tann 18. okt. 2001. Umframt at hetta er fyrstu ferð, at birkiljómari er staðfestur her í Føroyum, so er tað eisini fyrstu ferð, at birkiljómari er funnin so langt móti vestri. 

Tey næstu støðini har birkiljómari verpur, er so langt burturi sum í  Sibirien, men annars verpur hann alla leiðina frá Sibirien til Korea. Hann hevur vetrarvist í Burma og í útsynnings- Kina.

 

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen