07.2001

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Gamalt tjaldur merkt 8.12.1996 í Munlochy Bay, Skotland. Funnið deytt á Sandi 19.8.2000.

Grágás, krikamerkt 21.7.2000 nær Austur-Hunavatns, Norðurísland. Fráboðað úr Hvalba januar 2001.

Gamal náti merktur 3.10.1999 norðan úr Fugloy. Fleygaður eystan úr Sandoy 25.11.00.

Gamal náti merktur 15.8.1988 á Tampen bankanum, Noreg. Fleygaður nær Sumba 28.8.2000.

Ritupisa merkt 1.7.1982 í Runde, Møre og Romsdal, Noreg. Fleygað vestan úr Suðuroy 18.1.2001.

Gomul álka merkt 15.7.1984 í Núpskatla, Rauðinúpur, Ísland. Skotin sunnan úr Borðoyarnesi 21.12.1999.

Tjaldur merkt 23.5.1998 í Waterfoot, Dumfries & Galloway, Skotland. Funnið deytt í hafti í Salthøvði, Sandoy 20.7.2000.

Gamalt tjaldur merkt 7.9.1991 í Belfast Harbour Airport, Norðurírland. Ringurin av tjaldrinum var funnin í høvdinum á einum nýflettum seyði úr Mykinesi 8.11.2000 (N.B. Hetta er satt, og ikki ein prentvilla).

Ritupisa merkt 8.7.1990 í Bulbjerg, Jylland, Danmark. Fleygað eystan úr Lítlu dímun 17.11.2000.

 

Mynd: Munkur

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen.

 

10. oktober 2000 var ein munkur ringmerktur í helgolandsrúsuni í Nólsoy. 3 vikur seinni – 2.nov. 2000, var hesin sami munkurin fangaður av eini kettu og dripin í Tolstchaolaish, Isle Lewes, Hebridirnar, Skotland. Hetta er fyrstu ferð, at ein munkur, sum er ringmerktur í Føroyum, er fráboðaður aðra staðni frá enn í Føroyum. Villist ein pinkalítil fuglur av leið, og endar í Føroyum, so er hann ikki deyðadømdur. Fleiri ernast aftur, og fáa megina at vinna aftur á ta røttu leiðina - og hetta prógvar munkurin eisini.