06.2001

 

Í HESUM VESPUTÍÐUM........

 

 við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.    

 

Líka síðani november mánaða havi eg javnan fingið sendandi bæði livandi og deyðar vespudrotningar umframt at eg eisini havi hoyrt um fleiri aðrar, sum eru funnar.

Tær flestu hava verið av tí "vanligu vespuni" Paravespula vulgaris. Hetta var tað slagið, sum gjørdi rættiliga nógv um seg í miðbýnum í Tórshavn í 2000. Men 1 drotning av slagnum "týska vespan" Paravespula germanica er somuleiðis fangað í einum sethús á Sandi, hetta er tað vespuslagið, sum gjørdi um seg í Gundadali í 1999.

Tær vespudrotningarnar, sum verða at síggja frá nú av og komandi mánaðin eru allar fullar av troðnum eggum, og til reiðar at seta egið búgv í nýggjum bøli!

Heilt fram til august mánaða hevur øll vespufamiljan úr at gera við at byggja bølið størri og at ansa teirra børnum - ormverunum - sum verða tær komandi vespudrotningarnar. Tí fer man ikki at leggja so nógv til merkis til tær teir komandi mánaðirnar, men frá í august mánaða verður støðan helst ikki mætari enn síðsta ár - og tá verður ikki lukkuligt at búgva í Tórshavn!

Annars kunnu tey, (sum lesa hesa grein, og) sum eru áhugaði í at lesa meira, keypa tíðarritið "FRØÐI", sum kemur út skjótt - har stendur meira um "eitt vespulív".

Eg eri enn áhugaður í at fáa vespur sendandi til tess at fáa staðfest, hvussu nógv sløg munnu fara at verða í Føroyum.

N.B. Orðatakið sigur, at "einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt" - munnu húsaprísirnir á bygd nú ikki fara at hækka? 

 

Tekstur til mynd: Vespudrotning av slagnum "vanlig vespa" (Paravespula vulgaris). Hon er deyð og gjøgnumgatað av eini nál - og soleiðis munnu tey flestu helst ynskja allar vespurnar at verða! Hendan var fangað í Tórshavn februar 2001.

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen.