04.2001

 

"LÚSHUNDAR".

Nú eru tvinnanda sløg av hundalúsum í Tórshavn!

 

 við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Um ársskiftið hevði eg eina grein í Dimmalætting, hvar eg umrøddi eina nýggja hundalús, ið var komin til landið.  Á latíni eitur henda hundalúsin Trichodectes canis (canis = hundur). Lúsin Trichodectidae hoyrir til eina stóra ætt, sum livir á súgdjórum, og higartil eru meira enn 351 sløg og undirsløg av hesari lús funnar og umrøddar í ymiskum greinum. Hvørt lúsaslag hevur sín egna vert, sum tær plága, og sjálvsagt eru hesar lýs til stóran ampa hjá vertinum. Sum dømi kann eg nevna, at í Australia hevur ein ullarlús av ættini Trichodectidae - á australskum máli nevnd "seyðakroppslús" - verið ein stór plága hjá seyðinum. Seyðurin í Australia er eisini fongdur við tveimum øðrum sløgum av lúsum - tann fyrra er "seyðarhøvdalús", og tann seinna "seyðafótalús", so tey ymisku sløgini av lúsum krógva seg ymisk støð á vertinum.

 

Tá lúsin Trichodectes canis var funnin við ársskiftið, umrøddi eg eisini eina aðra hundalús av slagnum Linognathidae, sum fyri nøkrum nøkrum árum síðani eisini var funnin á einum hundi í Føroyum, men eg skrivaði, "at hon var avoydd, áðrenn hon náddi at spjaða seg kring landið". Hetta kundi ikki verið meira skeivt, tí fyri stutt síðan fekk eg nakrar lýs sendandi av hesum slagnum, so alt bendir á, at henda lúsin nú aftur er farin til verka her í Føroyum. Kring allan heimin eru higartil funnin 51 ymisk sløg av av Linognathidae lúsini. Øll hesi sløgini liva á súgdjórum sum giraffum, á oyðimarkarrevum í Egyptalandi og á polarrevum, men harumframt er so eisini eitt lúsaslag, sum bert sæst á hundum og teim djórum, ið eru nær skyld við hundar. 

 

Báðar hundalýsnar, sum eru umrøddar í hesi greinini, eru umleið 2 mm. langar og eru giltar á liti. Tær eru meira ella minni gjøgnumskygdar, so tá tær hava fingið sær nakrar blóðdropar til matna, verða tær reydligar á liti!

Tað sær ikki út til, at fólk gerast varin við at hundurin er fongdur við lúsum, fyrr enn hann er meira ella minni "livandi". So um onkur er, ið hevur ein hund, sum klórar sær óvanliga nógv, vil eg ráða viðkomandi at kanna, um hann hevur lús. Hevur hundurin lús, má hann viðgerast beinanvegin, so tað er at ringja til djóralæknan beinanvegin. Eg sjálvur eri áhugaður í at fáa møguleikan at kanna, av hvørjum slagi lýsnar eru, so øll eru vælkomin at senda lýs til mín!

 

Allarhelst gongur ikki long tíð, áðrenn tann 1 mm. stóra kettulúsin eisini verður funnin á onkrari kettu her á landi. Tað eru liðin umleið 10 ár, síðan kettuloppan var funnin her fyrstu ferð - og hon sær út til at trívast væl...

 

Samandráttur:

Kanna húsdjórið væl aftan fyri oyruni, tí har er tað sera lætt hjá lúsini at krógva seg. Finna tit nakra lús, fanga so nakrar, og send tær til mín. Ring síðani til djóralæknan, og fá okkurt gott at viðgera djórið við. Góða eydnu!