02.2001

 

Steinkópur i Nólsoy.

 

viđ Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Síđan jólaaftan hevur ein steinkópur hildiđ til á Malarenda í Nólsoy. Tađ er ikki vanligt at síggja steinkóp í Nólsoy ella í Fřroyum sum heild. Eg metti kópin verđa ein steinkóp, men fyri at fáa tađ at vita viđ vissu, avmyndađi eg kópin, og sendi myndirnar til kópafrřđingin Bjarna Mikkelsen á Fiskirannsóknarstovuni í Tórshavn. Bjarni Mikkelsen ivađist ikki í, at talan var um ein steinkóp. Haraftrat var Bjarni so beinasamur at senda mćr hesar reglunar, iđ hann hevur skrivađ um lagnuna hjá steinkópinum í Fřroyum:

"Seinasti steinkópurin var sligin um 1845. Steinkópurin, iđ er vćl minni enn láturkópurin, hevđi eisini eitt řrđvísi háttalag. Hann var vanligur á kyrruplássum, og var nevndur hin innanfjarđađi, međan láturkópurin, ella hin uttanfjarđađi, er vanliga á brimplássum. Um summariđ (maj - juni) fór steinkópurin upp á land, á hólmar og skerđ, at leggja nósan. Nósin, iđ losar hvřlpaullina í móđurlívi, er líkur tí vaksna kópinum, tá hann verđur lagdur. Nósin, iđ er fřrur fyri at fara á sjógv alt fyri eitt, liggur tó mest uppi á landi fyrstu dagarnar, har hann sýgur opnuna.

Alt ov lćtt var at sřkja hólmar og skerđ summarstíđ, at sláa nósa. Lá vćl fyri, fekst nakađ av tí vaksna kópinum eisini. Av tí at steinkópurin ikki kemur so vćl í hóslag viđ láturkópin, hevur hann helst verđi rikin burtur frá látrunum, og hevur tí ikki kunna lagt nósan á vardum stađ. Háttalagiđ hjá steinkópinum hevur helst verđi hansara bani í Fřroyum, tí hann var ov lćttur at veiđa. Fáar frábođanir eru um at steinkópur er sćddur í Fřroyum, eftir at hann doyđi út, sjálvt um hetta kópaslag nřrist í londunum rundan um okkum. Fýra steinkópar vóru skotnir í Suđuroy í 1960'unum. Steinkópurin er nakađ líkur láturkópinum, tó at hann er minni og trýniđ er meira břllut, og kann tí verđa mistikin fyri at verđa láturkópur. Steinkópurin er tí mřguliga meira vanligur í Fřroyum, enn tađ kann tykjast? "

Tađ hevđi veriđ stuttligt, hevđi steinkópurin fingiđ friđ at veriđ verandi í Nólsoy. Mřguliga kann hann eisini nřrast í Fřroyum aftur. Sjálvandi - hetta krevur, at hann heldur seg langt burtur frá Tinganesi, landsdjóralćkna og lřgreglu, tí har er hann í stórum vanda fyri at verđa skotin. Annars biđur Nátturúgripasavniđ fólk bođa frá, um man sćr kóp, iđ man heldur er annađ enn láturkópur!

 

Mynd: Steinkópurin, sum her slangar sćr á Mikal'sa mola í Nólsoy.

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen.