01.2001
"LÚSHUNDUR".
Nú er aftur eitt nýtt djóraslag - ella
plága - funnin í Føroyum.
við
Áðrenn ár 2000 fór aftur um bak, vóru vit
aftur so heppin at finna eitt nýtt djóraslag í Føroyum. Hesu ferð var tað talan
um eina hundalús av slagnum Trichodectes
canis, sum ikki áður er funnin her á landi, men nú er funnin í trimum
ymiskum støðum. Hendan hundalúsin hoyrir til "pelslúsa slagið", og er
nær skyld við høvuðlúsina, sum við jøvnum millumbili er um at plága lívið av tí
meiniga manninum. Hundalús trívist ikki á fólki í longri tíð.
Kalllúsin hjá pelslúsini er umleið
Ein lús og ein loppa
eru tvey heilt ymisk djór. Loppan er trýst saman á síðunum,
og er tí væl hægri enn hon er breið. Hon hevur hetta skapið, so hon lættari
kann hoppa á sínum báðum longu og kraftamiklu bakbeinum. Pelslúsin hevur 6
stutt kraftamikil bein við kleyvum, sum hon nýtir til at krøkja seg fasta við á
sínum neyðars verti.
Pelslúsin Trichodectes canis sæst bert á hundum og teim djórum, ið eru nær
skyld við hundar. Hon finst kring allan knøttin, hóast hon helst ikki longur er
so vanlig á hundum í Norðurlondum.
Fyri nøkrum árum síðani var ein onnur
pelslús funnin á einum hundi í Føroyum, men hon var avoydd, áðrenn hon náddi at
spjaða seg kring landið.
Fleiri hundavinir hava innflutt skotskar
seyðahundar seinru árini. Helst hava hesir somu samstundis innflutt ta nýggju
pelslúsina.
Vaksnir hundar verða sjáldan nógv plágaðir
av lús, meðan hundahvølpar kunna verða fullir av lúsum, sum teir hava fingið
frá tíkini.
Tað sama mynstrið ger seg galdandi við
høvuðlúsini, ið leggur á fólk. Tað eru altíð barnagarðar og skúlabørn, ið verða
harðast rakt, meðan tað sjáldan hoyrist um nakra lúsaplágu á nøkrum ellisheimi!
Um tit hava ein hundahvølp, leggið so til
merkis, um hann klórar sær óvanliga nógv. Ger hvølpurin tað, leiti so eftir hundalúsum. Hyggið væl aftan fyri oyruni, tí har er tað sera lætt hjá lúsini at
krógva seg. Finna tit nakra lús, vaskið so hundin væl og virðuliga við
lúsasjampo, og annars - ringið til djóralæknan!
Gott nýar!
Tekning: Kall- og kvennlús av
hundalúsaslagnum Trichodectes canis.
Tekstur til mynd: Fýra fittir
hvølpar - tilvildarlig mynd.
Myndatakari: Marita Gulklett.