08.2000
RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR
við
Staraungi merktur 20.5.1989
í Nólsoy. Tikin av eini kettu sama stað 4.3.2000.
Drunnhvíti merktur
23.7.1995 í Nólsoy. Ringurin funnin í spýggjuni hjá einum likkuskura sama stað
16.7.2000.
Gamalt tjaldur merkt
16.11.1996 í Whiteford Point, Glamorgan, Wales. Loyst úr hafti í Tórshavn 7.6.2000.
Gamalt tjaldur merkt 25.2.1996 í Llanelli,
Dyfed, Wales. Beinið við ringinum á var funnið í Hvalba 13.5.2000.
Skúgvaungi merktur 15.7.1996 í Hermaness,
Unst, Hetlandi. Funnin
deyður á Eystnesi 13.6.2000.
Gamal náti merktur
24.5.1996 norðan úr Fugloynni. Fleygaður norðan úr Fugloynni 16.8.2000.
Gamal náti merktur 4.8.1988 í Tampen,
Noreg. Fleygaður norðan úr Viðoynni
30.1.2000.
Nátungi merktur 4.9.1993 í ein
landssynning úr Svínoynni. Fleygaður um borð á Miðhamri nær Fugloy 20.7.2000.
Æða merkt 7.7.1989 í Nólsoy. Funnin deyð
sama stað 16.8.2000.
Kjógvaungi merktur 16.7.1995. Funnin
deyður í Botnhaga í Suðuroy 12.6.2000.
Mynd: Gráspurvasteggi
Myndatakari:
Hesa myndina av tí hvítflekkuta
gráspurvasteggjanum tók eg 2. apríl í ár. Eg merkti hann eisini sjálvur, tá
hann var ungi tann 24. juli 1996 í Nólsoy. Til í heyst havi eg sæð hann við
jøvnum millumbili hesi seinastu 4 árini. Seint í heyst hvarv hann so. Hann er vorðin pápi til nógvar ungar, sum
sjálvandi eisini hava kenst av teimum hendinga hvítu fjaðrunum, sum hava stungi
seg upp mitt millum allar hinar, hóast eingin av ungunum var so hvítflekkutur,
sum pápi teirra var.
Í økinum við Skansan
í Tórshavn eru nakrir spurvar, sum eru heilt hvítir, og hetta fyribrigdi eitir
litloysingur. Men alt bendir á, at hóast hvítflekkutir spurvar síggjast við
jøvnum millumbilum, so hvørva teir aftur so við og við - hetta hevur sjálvandi
nakað við arvaeginleikar at siga - teir døkku litirnir vinna á teimum ljósu.
Annars eru 64 ár
liðin, síðan teir fyrstu gráspurvarnir komu til Føroya.