07.2000
RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR
við
Lomvigarpisa merkt
26.6.1999 nær Sumburgh, Hetland. Skotin í Vestmannasundi 13.11.1999.
Lomvigarpisa merkt
2.6.1999 í Sumburgh, Hetland. Skotin í Lambavík 18.1.2000.
Ompil merktur 5.9.1998 á Mykineshólmi.
Funnin deyður í Penestin, Morbihan, Frankaríki 17.10.1999.
Ompil merktur 6.9.1991 á Mykineshólmi.
Funnin deyður nær Bouznika, Benslimane, Marokko 3.1.1993.
Ompil merktur 3.9.1993 á Flatadrangi,
Mykines. Fleygaður sunnan úr Mykineshólmi 14.4.2000.
Ungur kvørkveggjusteggi merktur 11.11.1996
í helgolandsrúsuni í Nólsoy. Fráboðaður sama stað 30.3.2000.
Gamal lomvigi merktur 24.6.1984 á Fair
Isle, Hetland. Skotin í Lambavík
18.1.2000.
Lomvigarpisa merkt
7.7.1996 á Isle of Canna, Skotland. Skotin á Pollinum í Fuglafirði 12.1.2000.
Ungur svani merktur 23.4.1998 i Tórshavn. Funnin deyður nær Templeboy Co.
Sligo, Írland 21.2.2000.
Nátungi merktur
2.9.1995 sunnan úr Svínoynni. Fleygaður nær Múla 2.7.1999.
Mynd: Ompil
Myndatakari:
Tey árini, farið verður eftir grásúlu í
Mykineshólmi, taka menn í meðal 500 grásúlur. Samstundis verða umleið 50 - 100 omplar ringmerktir.
Eitt úrslit av hesari
ringmerking vísir, at tá grásulurnar fara úr Mykineshólmi, so fara tær suður
móti Marokko og at tær tvey tey fyrstu árini halda til á leiðini millum
Frankaríki og Marokko. So gongur leiðin aftur móti Føroyum.
Í Íslandi telur
súlustovnurin umleið 25.000 verpingarpør í 6 ymiskum bølum. Men íslendingar
taka bert grásúlu á Vestmannaoyggjunum, eini 800 á hvørjum ári.
Í Føroyum eru umleið
2000 verpingarpør, og helst er stovnurin í framgongd.
Elsta súlan vitan er
um, var ringmerkt sum ompil á Bass Rock og doyði meira enn 37 ár seinni -
tann 1. des. 1998 í Orkneyoyggjum.