06.2000

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Lomvigarpisa merkt 2.6.1999 á Fair Isle, Skotland. Skotin nær Suðuroy 27.10.1999.

Lomvigarpisa merkt 22.6.1999 á Fair Isle, Skotland. Skotin á Tangafirðinum 30.12.1999.

Lomvigarpisa merkt 24.6.1999 á Fair Isle, Skotland. Skotin nær Nólsoy 6.11.1999.

Lomvigarpisa merkt 24.6.1999 á Fair Isle, Skotland. Skotin á Kaldbaksfirðinum 22.12.1999.

Lomvigarpisa merkt  25.6.1999 á Fair Isle, Skotland. Skotin á Kaldbaksfirðinum 23.12.1999.

Lomvigarpisa merkt 28.6.1999 á Fair Isle, Skotland. Skotin nær Hvannasund 2.12.1999.

Gamal lomvigi merktur á snaru 2.7.1971 við Viðoy. Skotin sunnan úr Svínoy 20.1.2000.

Bládúgvuungi merktur 29.5.1999 í Nólsoy. Bleiv fløktur í eitt hegn nær Eiði og doyði 8.12.1999.

Staraungi merktur 7.6.1998 í Nólsoy. Fráboðaður av Argjum 22.03.2000.

Nátungi merktur 2.9.1995 í ein landssynning úr Svínoy. Fleygaður í  Múla 2.7.1999.

 

Mynd: Kjarnbítur

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen

 

Fáir ferðafuglar hava verið at sæð í vár og summar. Henda avmyndaða kjarnbítin fann Alf Sørensen meira deyðan enn livandi á kjallaratrappuni hjá sær í Miðvági. Fuglurin hevði verið í hóslag við eina kettu ella ein smyril. Alf røkti kjarnbítin í einar 14 dagar, áðrenn hann kom til Nólsoyar, hvar eg hevði hann í røkt til teir nýggju veingjarfjarðirnir vóru vaksnir út aftur. Hann var sleptur í Nólsoy 5. juli. Kjarnbítur er bert skrásettur 5 ferðir í Føroyum. Norðastu og næstu bølini hjá honum eru í Landsynningsnoregi og Suðuronglandi, annars verpur hann í øllum Suður- og Eystureuropa suður til Norðurafrika.

Kjarnbítur livur av, eins og navnið bendir á av kjarnum, sum hann brýtur við sínum sterka nevi, sum er sum skapað til tað. Hóast hann bert vigar umleið 55 g., hevur hann so mikið sterkt nev, at hann lættliga brýtur kjarnir við einum trýsti uppá 35-40 kg.