05.2000

 

Hava vespurnar í Gundadali klára seg gjøgnum síðsta vetur?

 

við J-K. jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Seinasta heyst vóru nakrar "Týskar vespur" fangaðar í økinum millum Gundadal og bakaríið "Mylnuna" á Ternuryggi í Tórshavn. Nátturugripasavnið fekk 4 vespur frá Christer Alstrøm, sum hann hevði fangað í Norðurlandahúsinum, og Sverri Egholm sendi eina vespu til mín. Eisini hoyrdi eg frá fleiri, ið somuleiðis høvdu sæð vespur í sama øki.

 

Vespan hevur fýra veingir, tvær hvørju megin. Blómuflugan, sum líkist vespuni nógv, hevur bert tvær veingir, eina hvørju megin. Vespurnar hava eisini ta smølu miðjuni, á donskum kallað "hvepsetalje", sum tíðiliga sæst á myndini. Tað er bert honin, ið kann stinga.

 

Vespur dáma væl at verða saman við øðrum vespum, og hetta sást eisini í Gundadali. Tær byggja sær eitt býli av pappíri, sum tær framleiða við at skava uttan av viði.

Tær blanda síðani spýtt saman við viðinum, og byggja soleiðis eitt reiður av pappíri, ið tykist verða í so skirvisligt,  men so alíkavæl er sera haldgott.

Drotningin byrjar sjálv at byggja býlið á vári, alt meðan hon gøðir tær fyrstu ormverurnar við blomsturhunangi. Seinni fangar drotningin ymisk flogkykt, sum hon jaglar væl og virðiliga, áðrenn hon gøðir ormverurnar við teimum.

So hvørt sum "arbeiðsvespurnar" verða vaksnar, byrjar teirra lívslanga starv, sum er at byggja aftrat býlinum, og annars at ansa teimum næstu ormverunum. Tá nóg nógvar arbeiðsvespur eru klaktar, fer drotningin inn í miðjuna á býlinum, har hon síðani leggur alla orku í at leggja so nógv egg sum gjørligt.

Seint á sumri verða so nakrar serligar ormverur forkeIaðar burtav. Hesar gerast til nýggjar drotningar og kynsbúnir hannar, sum doyggja aftaná paringina. Tær nýggju drotningarnar goyma seg í úthúsum og líknandi skýlum allan veturin, og tá várið so nærkast, eru tær klárar at seta búgv !

 

Her í Føroyum byggja týsku vespurnar helst síni býli í lagaðum garðum, men býlini kunnu eisini finnast í úthúsum, á loftum í kjallarum o.s.f.

Eg eri sera áhugaður í at frætta frá fólki, sum møguliga hava funnið eitt vespubýli. Eisini vildi eg verið fegin, um fólk vildu sent mær vespur - livandi ella deyðar!

Orsøkin til henda mín áhuga er, at eg fegin vil kunna staðfesta, um "Gundadalsvespurnar" hava liva av veturin í Føroyum. Hetta vil so verða fyrstu ferð!

Bæði í Íslandi og í Hetlandi hava ymisk sløg av vespum sett búgv tey seinru árini.

Tygum kunnu koma í samband við meg á tlf. 327064 ella á teldupostaddressuni jkjensen@post.olivant.fo