06.1999

 

GRŲNIR SANGARIR Į VITJAN Ķ NÓLSOY.

 

Viš Jens-Kjeld Jensen, fuglaśtstappara, Nólsoy.

 

Aftur ķ įr hevur rśsan hjį Nįttśrugripasavninum ķ Nólsoy fangaš ymiskar sjįldsamar fuglar. Ķ seinra helmingi av september og ķ byrjanini av oktobur mįnaša vóršu millum ašrar eisini hesir umrųddu 4 grųnu songfuglarnir fangašir og ringmerktir.

Hesir grųnu sangarir eru sera lķkir, og vanliga hįtturin at kenna munin į teimum er at lurta eftir tķ ymiska lįtinum į tķ einstaka fuglinum fyri at kunna kenna teir frį hvųrjum ųšrum, tķ vanliga syngja ella lįta teir alt summariš ķ verpingartķšini. Trupulleikin hesa tķšina į įrinum er so sjįlvandi hann, at songfuglarnir tį nęstan eru tagnašir. Einasti mįti at kenna teir frį hvųrjum ųšrum er at halda teir ķ hondini, og so leggja til merkis smįmunin teirra millum. Og her ger fellan veruliga gagn - eisini hjį fuglaįhugašum ķ londunum kring okkum.

 

Mynd 1: Leyvljómari finst ķ ųllum Noršureuropa og Noršurruslandi. Hann hevur vetrarvist sunnan fyri Sahara og so langt sušur sum til Sušurafrika. Nakrir fįir leyvljómarar sķggjast į hvųrjum įri ķ Fųroyum. Fyri nųkrum įrum sķšani fangaši og ringmerkti eg ein leyvljómara ķ Nólsoy, sum var frįbošašur 7 dagar seinri śr Ermarsundi.

Mynd 2: Grųnljómari finst ķ ųllum Noršureuropa og eitt fitt petti inn ķ Noršurrusland. Hann hevur vetrarvist ķ Mišafrika. Grųnljómari er frįbošašur 17 feršir ķ Fųroyum. Tann fyrsti var frįbošašur ķ įrinum 1903.

Mynd 3: Nilksljómari finst ķ Ruslandi og Kina, so vit kunnu viš vissu siga, at hansara nęsta verpingarstaš liggur ķ 3000 kilometra fjarstųšu śr Fųroyum. Hann hevur vetrarvist ķ Indien, Burma og annars ķ meginpartinum av Landsynningsasia. Ein nilksljómari var funnin deyšur ķ Eiši umframt at ašrir fżra vóru ringmerktir ķ Nólsoy ķ oktobur mįnaša. Tilsamans er nilksljómari frįbošašur umleiš 30 feršir ķ Fųroyum.

Mynd 4: Hermiljómari finst ķ Sušureuropa og Noršurafrika. Nęsta verpingarstaš er ķ Noršurfrankarķki. Hann hevur vetrarvist ķ Vesturafrika. Hetta er fyrsta frįbošanin ķ Fųroyum um hermiljómara, og sjįlvandi er hann eisini tann fyrsti av sķnum slag, sum er voršin ringmerktur her į landi.