04.1999

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

2 ára gamalt tjaldur merkt 23.3.1996 á leiðini nær Wig, Gwynedd, Wales. Funnið deytt nær við hvalba 4.11.1998.

Nátungi merktur 2.8.1993 á Eday, Orkney. Skotin norðan úr Nólsoynni 6.10.1998.

Álkupisa merkt 14.7.1996 í Látrabjarg (Stórurð), V-Borð, Ísland. Skotin 6 míl í ein landssynning úr Skoruni á Borðoy 24.10.1998.

Lomvigarpisa merkt 24.6.1997 á Fair Isle, Scotland. Skotin sunnan úr Vágoynni 5.10.1998.

Lomvigarpisa merkt 24.6.1997 á Great Saltee Island, Wexford, Írland. Skotin út fyri Vág í Suðuroy 12.10.1998.

Drunnhvíti merktur 19.8.1998 í Trøllhøvda. Fráboðaður úr Nólsoy 25.8.1998.

Drunnhvíti merktur 1.8.1997 nær við Lindenes Fyr, Lindenes, Norge. Fráboðaður úr Nólsoy 26.8.1998.

Nátungi merktur 27.8.1993 norðan úr Viðoynni. Skotin 10 míl í ein útssynning úr Sandoynni 9.1.1999.

Drunnhvíti merktur 3.8.1997 Suðuri í Dølum, Nólsoy. Fráboðaður av Fair Isle 8.8.1998.

 

Tekstur til myndina: Jarntítlingur

Myndatakari: Jens-kjeld Jensen.

 

Tað var ikki tað heilt stóra, ið var at síggja av fremmandum fuglum í apríl mánaða í ár, men her eru nakrir av teimum.

Jarntítlingurin, sum er avmyndaður til hesa greinina, var ringmerktur í Nólsoy 5 apríl, og ein annar var funnin yvirkoyrdur í Tórshavn síðst í mánaðinum.

Tann 6 apríl fleyg ein snjóhvítur veiðifalkur yvir Nólsoyar bygd.

Frá um miðjan apríl, og mánaðin út, helt ein sevhøna til í Vágsbotni í Tórshavn.

Óvanliga stórir flokkar av barrígðum vóru sæddir í seinru helvt av mánaðinum. Ein flokkur, ið taldi 6, var í Nólsoy, og ein flokkur við umleið 15 var á Sandi.

Ein fagurígða (dk. Stillits), sædd í Vági, má sigast at verða ein sera sjáldsamur gestur her á landi, meðan ein seglantarsteggi við Strendur tykist verða vorðin ein alt meira vanligur gestur hesi seinnu árini.

Tær báðar brimenturnar, bøgan og steggin í kirkjubø, mugu nú roknast at verða fastbúgvandi her á landi. Og lat okkum so ikki gloyma æðukongin, sum hevur verið búsitandi við Morskranes tey seinastu 21 árini.

Hvussu hevði verið, at gjørt eina sunnudagsútferð, og sæð hesar síðstu tríggjar dunnunar?