03.1999
RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR
við
Gomul rita merkt
30.5.1984 á Hornøya, Vardø, Finnmark. Fleygað á Føroyabanka 15.3.1997.
Gamal náti merktur
15.4.1993 10 míl norðan úr Viðoynni. Fleygaður nær Svalbard
umleið tann 4.12.97. Hetta er fyrsta
fráboðanin um føroyskt merktan fugl úr Svalbard.
Gamalt tjaldur merkt 8.6.1986 í Nólsoy. Fráboðað úr Dawlish Warren,
Gamalt tjaldur
merkt 28.12.1989 nær við Bugg Oil Terminal,
2 ára gamalt
tjaldur merkt 13.2.1994 í Llanfairfechan, Gwynedd,
Gamalt tjaldur merkt 17.6.1995 í
Terrington Bund,
Sýldur drunnhvíti merktur 15.7.1980 í Mykinesi. Fráboðaður úr sama stað 23.8.1998.
Sýldur drunnhvíti merktur 16.7.1980 í
Mykinesi. Fráboðaður úr sama stað 23.8.1998.
Lomvigarpisa merkt
29.6.1998 í Castle Graig,
Lomvigarpisa merkt
30.6.1998 í Sumburgh, Hetlandi. Skotin í ein útsynning úr Borðoynni 5.10.1998.
Sum lesarin óivað
longu hevur sæð, eru tvinnir sýldir drunnhvítar fráboðaðir úr Mykinesi síðsta
ár. Ein enskur skúli, Brathay Explorations Group, var á vitjan her í 1980. Tey
ringmerktu tilsamans 4169 fuglar tað eina summarið, tey vóru her, og av teimum
vóru teir 558 sýldir drunnhvítar.
Í árunum millum 1923 og til 1999 eru íalt
3921 sýldir drunnhvítar vorðnir ringmerktir her á landi. Eingin av teimum er
fráboðaður úr útlondum og bert fáir eru fráboðaðir úr Føroyum. Hesir báðir, sum vóru fráboðaðir úr Mykinesi
síðsta summar, vóru merktir sum gamlir fuglar, og eru tí í minsta lagið 19 ára
gamlir.
Einans eini 10.000 pør av sýldum
drunnhvíta verpa í Norðurevropa. Men í New Foundlandi er meginstovnurin, og har
telist hann í milliónatali.
Mynd: Fransaterna som
speglar sær.
Myndatakari: Thomas Grüner.
NB: Í síðstu Ringmerkingarfráboðanini frá 17
feb. 1999 stóð:
"men júst hvussu nógvar ringar teir
brúktu, og hvønn fugl teir merktu, hevur tað ikki eydnast okkum at fingið at
vita enn". Har skuldi staðið:
Undir seinna veraldarbardaga ringmerktu bretar fugl her á landi við
enskum ringum, men júst hvussu nógvar
ringar teir brúktu, og hvønn fugl teir
merktu, hevur tað ikki eydnast okkum at
fingið at vita enn!