03.1998.

 

Helsareyði og Bringureyði

 

Ein 76 ára gomul feiltulking ger, at fólk ikki kenna munin á bringu - og helsareyða.

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Tann 18. mars 1998 hevði eg eina grein í Dimmalætting, hvar eg skrivaði um bringureyða. Fleiri fólk ringdu til mín og greiddu frá, at tey høvdu sæð bringureyða í stórkavanum í byrjanini av mars og sostatt er greitt, at onkur bringureyði hevur verið at sæð kring landið síðsta vetur. Men tað sum gjørdi meg ikki sørt bilsnan var, at umleið helmingurin av teimum ið ringdu, kallaðu fuglin bringureyða, meðan hin helmingurin søgdu hann eita helsareyða!  Ein ið ringdi, segði hann enntá eita robin, ið er tað enska navnið á fuglinum. Latið okkum tí hyggja at, hvussu bringureyði eitur í grannalondum okkara, og her greiða frá, hvussu útsjónd hansara er:

 

Bringureyði eitur rødkælk og rødhals á donskum, robin á enskum, rødstrupe á norskum og rødhake á svenskum máli (gamla svenska navnið var Rödbröst).

Bringureyði hoyrir til spurvafamiljuna, og er umleið 14 cm. til longdar. Hann er grábrúnur á liti á bakinum og rustreyður á hálsinum, og á bringuni. Hann etur flogkykt og fræ, og sæst ofta nær hús, har fólk geva fuglunum at eta.

 

Helsareyði. Longu í "Færøernes Fuglefauna" í 1862 skrivaði Müller sýslumaður um Helsareji, meðan føroyska navnið bringureyði ikki finst í bókini, hóast fuglurin er umrøddur við latínskum heiti.

Á donskum eitur hann odinshane, á enskum red-necked Phalarope, á norskum svømmesnipe og á svenskum Smalnäppad Simsnäppa. Mikkjal á Ryggi kallar fuglin ávikavíst helsareyði og so "polladunna", sum helst er navn, ið stavar har vestri frá. Nólsoyingar kalla fuglin "sildahøna".

Helsareyði er umleið 18 cm. til longdar og líkist ikki sørt einum grælingi. Hann hevur eitt beint tunt nev. Ryggurin á honum er skjórutur og dimmgráur á liti við gulbrúnum strikum á bakinum. Búkurin er ljósur, nærum hvítur. Hálsurin er reyðbrúnur á liti. Á tærnum hevur hann breið bløð, so hann líkist einum hálvum fitjufugli. Hann er góður svimjari, og verpur kring alt landið við smá vøtn.

Eins og myndirnar sýna og teksturin sigur, so líkjast hesir báðir fuglarnir als ikki. Nøvnini kunnu tó møguliga gera fólk í ørviti.

Í 1921 gav Jacob Dahl próstur út "Halgisøgur". Har kundi ein lesa tað hugvekjandi góðu søguna "Helsareyði", sum hann hevði týtt úr svensku søguni "Fågel Rödhake" eftir rithøvundanum Selmu Lagerløf. At ein feiltulking her er komin fyri, er heilt víst. Møguliga kendi Jacob Dahl hvørki helsareyða ella bringureyða, og óvist er enntá, um navnið bringureyði fanst tá.

Selma Lagerløf hevði heilt víst fuglin bringureyðan í huganum, tá hon skrivaði søguna um henda lítla fuglin, ið fekk bringuna litaða reyða av einum blóðdropa, sum hann fekk á seg, í tí hann hálaði eina torn úr andlitinum hjá Jesusi, ið kom berandi krossin við tornakrúnu á høvdinum.

Hvørji jól sita eg og mong onnur og hoyra hesa framúrskarandi góðu søguna, og fá munnu tey verða, ið ikki kenna hana. Tá tað nú er greitt, at helmingurin av føroyingum kalla bringureyða fyri bringureyða, meðan hin helmingurin kallar bringureyða fyri helsareyða - uttan at kenna fuglin, ið eitur helsareyði, skjóti eg upp, at bæði nøvnini verða nýtt til bringureyðan, meðan helsareyði so antin fær navnið sildahøna ella polladunna. Hvat heldur lesarin?

 

Tekstur til mynd 1: Bringureyði

Myndatakari: Marita Gulklett

Tekstur til mynd 2: Helsareyði

Myndatakari: Willy Mardal